top of page

TEKNING TIL DX24

dx10.jpg

DansiEksperimentið 2024

tekningin fer frem á heimasíðuni hjá Dansifrøi - freist er 1. mars 2024

 

Øll danisáhugaði, sum er 13+ ár, hava nú møguleikan at vera partur av DansiEksperimentinum 2024 (DX24). DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Sum ein partur av DX23 fært tú góða dansifrálæru, sleppur at upptraðka og fært møguleikan at menna teg listarliga og persónliga sum dansari.

 

Tá tú teknar teg til DX24 váttar tú samstundis, at tú ert tøk/ur allar niðanfyrinevndu dagarnar:

Venjingar og sýningar 21.-24. juli 2024

 

21. juli: kl. 14:00 – 21:00

22. juli: kl. 17:00 – 22:00

23. juli: kl. 17:00 – 22:00

24. juli: kl. 15:00 – 22:00 (sýningardagur)

 

Harafturat koma venjingardagar í mars-juni, alt eftir hvørjum dansistykki tú skal vera við í. Tá ið tú teknar teg til DX24, vænta vit eisini at tú raðfestur at koma til allar venjingarnar.

 

Venjingartíðir fyri samtíðardans (roynd/óroynd) verða mánadagar og týsdagar í Dansifrøi:

 

Mánadagar:

8. apríl kl. 17:45-19:00

15. apríl kl. 17:45-19:00

22. apríl kl. 17:45-19:00

 

Týsdagar:

30. apríl kl. 18:00-19:30

7. mai kl. 18:00-19:30

14. mail kl. 18:00-19:30

21. mai kl. 18:00-19:30

 

Venjingartíðir fyri hip hop (roynd/óroynd) verða mikudagar í Dansifrøi:

 

20. mars kl. 17:00-18:00

3. april kl. 17:00-18:00

10. april kl. 17:00-18:00

17. april kl. 17:00-18:00

24. april kl. 17:00-18:00

1. mai kl. 17:00-18:30

8. mai kl. 17:00-18:30

15. mai kl. 17:00-18:30

22. mai kl. 17:00-18:30

29. mai kl. 17:00-18:30

 

Nakrar eyka venjingar í samtíðardansi og hip hop verða eisini í juni og juli mánað. Tit fáa meira kunning um hetta seinni.


Luttøkugjaldið er 600 kr, sum verður goldið tá ið tú teknar teg her á heimasíðuni hjá Dansifrøi. Luttøka í DX24 fevnir um fleiri tímar av dansivenjing, DX24 t-troyggju og sýningar. Aftaná tú hevur teknað teg á heimasíðuni hjá Dansifrøi, fært tú meira kunning um alt tað praktiska.

 

Um tað er eitt foreldur, sum teknar barnið til DX24, so mugu tit endiliga skriva navni á barninum við tekning.

  

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á dansieksperimentid@gmail.com.

bottom of page