top of page

DANSIEKSPERIMENTIÐ 2019

 

DX19 var eitt samstarv við listaduoina Rammatik (v. Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir), ið høvdu framleitt tríggjar listafilmar við okkara danasarum til sýningarnar. Fleiri føroyskir tónleikarar vóru eisini við hetta árið. Tordis Vang, Marianna Nagata, Dan Helgi í Gong, Rasmus Vigant Samuelsen og Bergur Fonsdal Johannesen framførdu egin løg. Tveir útlendskir dansibólkar upptrakðu eisini. Luttakaratalið og áskoðaratalið hevur verið støðugt vaksandi síðani DX byrjaði, og til DX19 vóru yvir 70 luttakandi og 800 ákoðarar. 

​

​

STUÐLAR 

Mentanargrunnur Landsins / Mentamálaráðið / Tórshavnar kommuna / Atlantic Airways / Nordisk Kulturfond / PE á Heykavegnum

bottom of page