top of page

DANSIEKSPERIMENTIÐ 2017

 

Í 2017 mentu vit konseptið av DX munandi. Luttøkan var skipað við umsóknartilmelding, ið gav fleiri nýggjum dansarum møguleika at gerast partur av verkætlanini. Umframt samanhald varð stórur dentur lagdur á persónliga menning, og afturat venjing, vóru ymsar verkstovur; tveir danskir gestadansarar/koreografar undirvístu í dansi, og Annfinnur Heinesen, leikstjóri, undirvísti í dramatiskum útrykki og framførslu. 

Brot úr ummæli, sum Røddin gjørdi av DX17

"Alt í alt var DansiEksperimentið 2017 ein ekstremt feit uppliving. Tað vísti ikki bara flottan dans, men eisini framsýnti tað nakrar av teimum vakrastu føroysku tónleikarøddunum. Eg varð tikin av bóli fleiri ferðir uppá hendan eina tíman, ið eg gleðiliga hevði farið til umaftur"

Brot úr ummæli, sum Sosialurin gjørdi av DX17

"Hetta vóru alt dansarar, ið dugdu síni ting og tú sást veruliga, hvussu nógv arbeiði var lagt í, fyri at gera upplivingina hjá bæði dansarum og áskoðarum góða. Dansararnir og fyrireikararnir megnaðu at undirhalda og fanga fjøldina á ein heilt serligan hátt."

STUÐLAR 

Mentanargrunnur Landsins / Mentamálaráðið / Tórshavnar kommuna / Tjóðpallur Føroya / Dugni / P/F Wenzel / Sjónleikarahúsið / KIMI / PE á Heykavegnum

bottom of page