
TEKNING TIL DX25
DansiEksperimentið 2025
tekningin fer frem á heimasíðuni hjá Dansifrøi - freist er 4. august 2025
ā
ā
ā
ā
Øll danisáhugaði, sum er 13+ ár, hava nú møguleikan at vera partur av DansiEksperimentinum 2025 (DX25). DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Sum ein partur av DX25 fært tú góða dansifrálæru, sleppur at upptraðka og fært møguleikan at menna teg listarliga og persónliga sum dansari.
Tá tú teknar teg til DX25 váttar tú samstundis, at tú ert tøk/ur allar niðanfyrinevndu dagarnar:
Venjingar og sýningar 26. oktober til 2. november 2025:
27. oktober: kl. 17:00 – 22:00
28. oktober: kl. 17:00 – 22:00
29. oktober: kl. 17:00 – 22:00
30. oktober: kl. 17:00 – 22:00
31. oktober: kl. 17:00 – 22:00
1. november: kl. 13:00 – 20:00 (sýningardagur)
2. november: kl. 13:00 – 17:00 (sýningardagur)
Harafturat koma venjingardagar í septembur, alt eftir hvørjum dansistykki tú skal vera við í. Tá ið tú teknar teg til DX25, vænta vit eisini at tú raðfestur at koma til allar venjingarnar.
Venjingartíðir fyri samtíðardans (roynd/óroynd):
Sunnudagar kl. 18:00-19:30 í Dansifrøi:
21. september
28. september
5. oktober
12. oktober
19. oktober
26. oktober
Venjingartíðir fyri hip hop (roynd/óroynd):
Sunnudagar kl. 16:00-17:30 í Dansifrøi:
7. september
14. september
21. september
28. september
5. oktober
26. oktober
Luttøkugjaldið er 600 kr, sum verður goldið tá ið tú teknar teg her á heimasíðuni hjá Dansifrøi. Luttøka í DX25 fevnir um fleiri tímar av dansivenjing, DX25 t-troyggju og sýningar. Aftaná tú hevur teknað teg á heimasíðuni hjá Dansifrøi, fært tú meira kunning um alt tað praktiska.
Um tað er eitt foreldur, sum teknar barnið til DX25, so mugu tit endiliga skriva navni á barninum við tekning.
Freist at tekna seg er 4. august 2025.
Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á dansieksperimentid@gmail.com.