top of page

KOREOGRAFAR TIL DX23

Vit søkja eftir royndum koreografum, sum vilja verða partur av DX23. Vit søkja eftir 5-6 koreografum, sum skulu koreografera eitt dansistykkið hvør til DX23. Øll ið hava eina útbúgving innan dans, ella hava royndir innan fyri koreografi, eru vælkomin at søkja.

 

Krøv

  • Koreografurin hevur útbúgving innan dans ella royndir innan fyri koreografi

  • Koreografurin skal verða tøkur til DX23 venjingarlegu og sýningar, sum verða 16.-20. juli 2023 (kl. 16 - 22 allar dagar)

  • Koreografiin skal í mesta lagi verða 5-8 minuttir lang

  • Koreografiin skal verða liðug áðrenn 1. juli 2023

  • Venjingartíðir skulu verða klárar áðrenn 1. februar 2023

  • Koreografurin skal samskiftast við okkum fyriskiparar um búnar, dansarar, venjingartíðir o.s.fr.

 

Umsókn

  • CV hjá koreografinum

  • Stutt lýsing av koreografiini

    • tema/konsept

    • dansistíl

    • tónleikur (ynski um live tónleik/ samstarv við tónleikarar)

    • búnar

    • mongd av dansarum og støðið (óroynd, byrjarar ella roynd)

 

Tað hevur stóran fyrimun, um avgerð er tikin um øll hesi punktini, tó er hetta ikki nakað vit krevja. 

Umsóknin skal sendast til dansieksperimentid@gmail.com. Freistin at søkja er 15. januar 2023 kl. 23:59.

bottom of page