top of page

TEKNING TIL DX23

DansiEksperimentið 2023

tekningin fer frem á heimasíðuni hjá Dansifrøi www.dansifroi.fo - freist er 1. mars 2023

 

Øll danisáhugaði, sum er 13+ ár, hava nú møguleikan at vera partur av DansiEksperimentinum 2023 (DX23). DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Sum ein partur av DX23 fært tú góða dansifrálæru, sleppur at upptraðka og fært møguleikan at menna teg listarliga og persónliga sum dansari.

 

Tá tú teknar teg til DX23 váttar tú samstundis, at tú ert tøk/ur allar niðanfyrinevndu dagarnar:


Venjingar og sýningar 16.-20. juli 2023

 

16. juli: kl. 15:00 – 21:00

17. juli: kl. 17:00 – 22:00

18. juli: kl. 17:00 – 22:00

19. juli: kl. 15:00 – 21:00 (sýningardagur)

20. juli: kl. 15:00 – 21:00 (sýningardagur)

 

Harafturat koma venjingardagar í mars-juni, alt eftir hvørjum dansistykki tú skal vera við í. Tá ið tú teknar teg til DX23, vænta vit eisini at tú raðfestur at koma til allar venjingarnar. Ongar venjingar verða tá tað eru heilidagar. 

 

Venjingartíðir fyri samtíðardans (óroynd/roynd):

Mikudagar kl. 17:00-18:30 í Dansifrøi. Byrjað verður hálvan mars til og við mai mánað. Meira kunning um juni mánað kemur seinni 

 

Venjingartíðir fyri hip hop (óroynd/roynd):

Mánadagar kl. 17:30-19:00 í Dansifrøi. Byrjað verður hálvan mars til og við juni mánað. 


Luttøkugjaldið er 600 kr, sum verður goldið tá ið tú teknar teg á heimasíðuni hjá Dansifrøi. Luttøka í DX23 fevnir um fleiri tímar av dansivenjing, DX23 t-troyggju og sýningar. Aftaná tú hevur teknað teg á heimasíðuni hjá Dansifrøi, fært tú meira kunning um alt tað praktiska.

Um tit hava spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á dansieksperimentid@gmail.com

bottom of page