Tekning til DX20

DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla, ið savnar føroyskar áhuga- og yrkisdansarar. Saman við dugnaligum koreografum og í samspæli við aðrar listagreinar, skipa og skapa vit eina dygdargóða dansiframsýning.

Endaúrslitið verður framført eitt nýtt stað á hvørjum ári, men venjingarlegan sjálv er altíð á Føroya Fólkaháskúla. Í ár verða legan og sýningarnar í tíðarskeiðnum 12.juli-14.juli og 20-26.juli 2020 (áðrenn og aftaná G-festivalin).

Sum partur av DX20 bjóða vit tær: 40 tímar+ av dygdargóðari dansivenjing undirvíst av yrkisdansarum, verkstovur í dramaturgi og dansisøgu, kjakverkstovu um list, mat og munnbitar, t-troyggju, endaveitslu, og ikki minst møguleikin at vera við í eini yrkisligari, tvørlistarligari dansiuppsetan á høgum støði, saman við nógvum øðrum, ymiskum listafólkum.

Luttøkugjald: 600 kr.

 

Venjingar og koreografi: Diana J. Hansen, Marta Olsson, Maria Olsson, Rakul Nielsen, Barba Jansdóttir, Vár B. Árting

Verkætlanarleiðsla: Andrea Joensen, Diana J. Hansen og Rúna V. Højgaard

Fyri at vera við í DansiEksperimentinum er tað eitt krav, at tú ert tøk/ur hesi tíðarskeið:

  • Sunnudagin 12.juli kl.12-18

  • Mánadagin 13.juli - týsdagin 14.juli kl.16-21

  • Mánadagin 20.juli - fríggjadagin 24.juli kl.16-21

  • Leygardagin 25.juli kl.14-21

  • Harafturat vera 4-6 venjingar avtalaðar við tín koreograf; hesar koma at liggja onkuntíð í mars-juni 2020, og tú fær nærri kunning um hesar tíðliga í mars.
     

OBS! Vegna stóra undirtøku kunnu vit ikki veita vissu fyri at øll sleppa við – vit ynskja sjálvsagt at hava so nógv við sum gjørligt.