Føroya Fólkaháskúli

Síðani 2017 hevur DansiEksperimentið havt venjingarlegu á Føroya Fólkaháskúla, og í oktobur 2018 góðkendi Mentamálaráðið DansiEksperimentið sum Háskúlaskeið.

 

Stevnan hjá Føroya Fólkaháskúla, er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum. Við undirvísing ið byggir bæði á tað andaliga, tað handaliga, og tað skapandi, vil Háskúlin upplýsa og menna einstaka menniskja og felagskapin allan.

 

DX19 verður tað fyrsta dansieksperimentið, sum verður skipað sum verkætlan og dansiskeið á Føroya Fólkaháskúla og tekning til DX fer nú fram á heimasíðuni hjá Háskúlanum www.haskulin.fo.

.

© 2017 DansiEksperimentið

  • Facebook - White Circle
  • Instagram - White Circle