Koreografar til DX20

Sum nakað nýtt í ár fara vit at søkja eftir koreografum, sum vilja verða partur av DX20. Vit søkja eftir 5-6 koreografum, sum skulu koreografera eitt dansistykki hvør til DX20. Øll, ið hava eina útbúgving innan dans ella hava royndir innan koreografi, eru vælkomin at søkja.

 

Krøv

  • koreografurin hevur útbúgving innan dans ella royndir innan koreografi

  • koreografurin skal vera tøkur til DX20 venjingarlegu og sýningar, sum vera 11.-14. juli og 20.-24. juli 2020

  • koreografiin skal í mesta lagi vera 5-6 minuttir lang

  • koreografiin skal vera liðug áðrenn 1. juni 2020

  • venjingartíðir skulu vera klárar áðrenn 1. mars 2020

  • koreografurin skal samskifta við DX fyriskipararnar um búnar, dansarar, venjingartíðir o.s.fr.

Umsókn

  • CV hjá koreografinum

  • stutt lýsing av koreografiini

    • tema

    • dansistílur

    • tónleikur (ynski um livandi tónleik / samstarv við tónleikarar)

    • búnar

    • tal av dansarum og støði (óroynd, byrjarar ella roynd)

 

Tað er ein stórur fyrimunur, um avgerð er tikin um øll hesi punktini, men hetta er tó ikki eitt krav. 

Umsóknin skal sendast til dansieksperimentid@gmail.com

Freistin at søkja er 22. desember 2019 kl. 23:59

© 2017 DansiEksperimentið

  • Facebook - White Circle
  • Instagram - White Circle